Sjómannadagarnir í Klaksvík fáa eitt spennandi innslag afturat í ár, tá ein altjóða kapping fyri gávuríkar ungar kokkar verður hildin í sambandi við stóru fólksligu hátíðina í Klaksvík.
Tað er NORA, Norrønt Atlantssamstarv, sum er stigtakari til kappingina, kallað Arctic Young Chef 2024, stytt AYC. Hugskotið er at finna fram til besta unga kokkin í hvørjum av teimum fýra londunum, har NORA virkar, tað eru Grønland, Ísland, stranda-Noreg og Føroyar.
Bestu kokkarnir frá hvørjum landi skulu so hittast í eini finalu, sum verður hildin í Bodø í Noregi í heyst. Finalan í AYC verður partur av umfatandi skránni, sum er løgd í sambandi við at Bodø er evropeiskur mentanarbýur í ár.
Andrés vann í Íslandi
Fyrsta kappingin hevur longu verið. Tað var nú um vikuskiftið, tá átta íslendskir kokkar undir 30 ár hittust í íslendsku finaluni, ið varð hildin í Menningarskólanum í Kópavogi. Avbjóðingin hjá kokkunum var at gera ein forrætt, har høvuðsvøran var lambssíða, og ein høvuðsrætt burtur úr saltfiski.
Andrés Björgvinsson
Vinnari av teirri kappingini gjørdist 20 ára gamli Andrés Björgvinsson úr Mosfellbær, sum arbeiðir á Lux Veitingum. Hann er sostatt tann fyrsti, sum hevur vunnið sær sæti til finaluna í Bodø í heyst.
Høvuðsdómari í Íslandi var føroyski kokkurin, Teitur Christensen, sum var við til at seta gongd á Fútastovu hjá Gist & Vist, og sum nú er kokkur á Bitanum.
Vekja áhuga fyri rávørum, ið ikki verða gagnnýttar
Fyrrapartin var tíðindafundur hildin á Tekniska skúla í Klaksvík, har umboð fyri NORA og Andras Sigmarsson Jacobsen, leiðari fyri kokkaútbúgvingini á skúlanum, greiddu frá hugskotinum, og kappingini, sum verður í Klaksvík 17. august tá Sjómannadagar eisini eru.
Jákup Sørensen, verkætlanarleiðari hjá NORA greiddi frá, at tey í eina tíð hava arbeitt við hugskotinum, sum í sínum grundtanka snýr seg um at vekja áhuga fyri rávørum, sum ikki vera gagnnýttar í so stóran mun, sum tær kanska áttu.
- Tað snýr seg um at seta fokus á vørur, stuttfluttar – altso lokalar, sum ikki verða gagnnýttar í nóg stóran mun, og so menna uppskriftir, sum kunnu brúkast heima í køkinum hjá vanligu familjunum og eisini á kantinum, sigur Jákup Sørensen.
Endamálið við sjálvari kappingini er sjálvandi at skapa eina spennandi kapping millum ungar kokkar. Sæð í ljósinum av, hvussu nógvar kokkar vit eiga heima í Føroyum, so er tað undarligt, at tað ongantíð hevur verið hildin ein kapping í kokkakynstri í Føroyum.
Jákup Sørensen (Mynd: Jens Kr. Vang)
Haute cuisine
Men sjálv kappingin verður í fínum kokkakynstri, ‘haute cuisine’. Treytin fyri at luttaka er, at kokkarnir eru 30 ár ella yngri. Tað er líka mikið um teir eru lærlingar ella útlærdir. Áhugaðu luttakararnir skulu senda inn eina umsókn, har tey grundgeva fyri teirra hugsan um norðurlendska/føroyska matmentan og hvørjar tankar tey hava um kokkafakið yvirhøvur.
Tað er soleiðis, at kokkarnir í góðari tíð áðrenn kappingina fáa at vita hvørjar høvuðsrávørurnar eru, sum tey skulu gera rættirnar burturúr.
- Okkara ætlan er at brúka rávørur, sum hoyra árstíðini til, og tá kappingin nú verður hildin í sambandi við Sjómannadagarnar, so kann roknast við, at í hvussu so er annar av rættinum verður við onkrum, ið fæst burtur úr havinum, sigur Andras Sigmarsson Jacobsen, leiðarin á matvørudeildini á Tekniska skúla í Klaksvík.
Sjálvur sigur Andras, at tey vóru við upp á hugskoti í somu løtu, sum tey hoyrdu um tankarnar kring Arctic Young Chef.
- Satt at siga hevði eg umhugsa eina kapping av onkrum slag í sambandi við, at eg varð settur í starv her fyri trimum árum síðani, sigur Andras Sigmarsson Jacobsen.
Andras S. Jacobsen (Mynd: Jens Kr. Vang)
Kokkaútbúgvingin dagførd
Hann hevur hesi seinastu árini arbeitt við at broyta lesiætlanirna fyri matvøruútbúgvingarnar.
- Vit kunnu nú bjóða eina útbúgving, sum er á sama støði, sum í Danmark, og tað merkir, at fólk í kokkalæru ikki longur nýtast at fara av landinum fyri at fáa sína skúlagongd. Vit rokna við, at tær fyrstu sveinaroyndirnar við kokkum eftir nýggju skipanini kunnu haldast móti sumri næsta ár.
- Tí hóskar henda kappingin væl inn í tað virksemi, sum vit fáat við her á matvørudeildini á tekniska skúla. Hugsan mín er at tað kanska eisini verður hildin ein kapping fyri allar kokkar – altso ikki bara ungar – eina ferð í framtíðini eisini.
Hvussu sjálv kappingin í Klaksvík verður gjøgnumførd er ikki heilt avgjørt enn. Eftir sum kappingin verður hildin í sambandi við stóra fólksliga tiltakið Sjómannadagarnar, so eru taknarnir í løtuni at halda kappingina á bryggjuøkinum, har flest allir av hinum aktivitetunum eru.
- Tað ber væl til at innrætta eitt tjald við køksútgerð, og so hevði verið stuttligt um tey nógvu fólkini, sum vitja á sjómannadøgunum kundu fingið møguleika at fylgja við, hvussu kappingin gongur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald