Mentan

Tóku ímóti Sissal á Oyrasundi

Melodi Grand Prix-vinnarin Sissal var stórliga móttikin tá hon seint seinnapartin kom á Oyrasundskollegiið

2025-03-02 19:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen kom heim úr Herning - aftur á Oyrasundskollegiið har hon og døturnar búgva - varð skipað fyri móttøku í felagshølunum Sumpen.

Har varð Melodi Grand Prix víst í gjár. Seint seinnapartin fagnaði vinfólk og serliga føroyingar Sissal Jóhannu, sum eisini framførdi. Nøkur orð vórðu søgd.

Hon vann í gjár danska Melodi Grand Prixið í Herning við lagnum "Hallucination". Sissal skal umboða Danmark í Eurovision í Sveis í ma imánaða.

Sí myndir, sum vit hava fingið sendandi av Amager:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder