2021-03-23 22:46

Tað hevur ikki gingið friðarliga fyri seg í kvøld. Nógv hava ringt til løgregluna um skaðar, og eisini hjá sløkkiliðnum í Havn hevur verið nógv at gera.
Tórshavnar Sløkkilið boðar frá, at næstan allir bilarnir hjá teimum hava verið úti. Eingin fólkaskaði hevur tíbetur verið, veriður kortini staðfest.
Vindurin er minkaður nakað í høvuðsstaðnum nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald