Uttanlands

Triðja kongaumfarið byrjar leygardagin fyrrapart

Klokkan 10 leygardagin byrjar kongaumfarið, sum nú skal peika á nýggjan samráðingar leiðara eftir at Troels Lund Poulsen kastaði frá sær fyrr í kvøld

Enn einaferð er Lars Løkke Rasmussen høvuðspersónur. Hann gav ikki VLAK stjórnini stuðul, men ynskir eina breiðari stjórn. Nú verður nýtt kongaumfar (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Enn einaferð er Lars Løkke Rasmussen høvuðspersónur. Hann gav ikki VLAK stjórnini stuðul, men ynskir eina breiðari stjórn. Nú verður nýtt kongaumfar (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

2026-05-22 22:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Troels Lund Poulsen ásannaði í dag, at hann ikki megnar at skipa stjórn. Nakað sum hann hevur arbeitt fram ímóti sum samráðingarleiðari seinastu tvær vikurnar.

Tað hevur við sær, at nýtt kongaumfar verður í leygardagin klokkan 10, og tá fara floksleiðararnir at vitja kong og peika á, hvønn tey ynskja sum nýggjan samráðingar leiðara.

Lars Løkke Rasmussen og Moderaterne hevur alment sagt, at hann peikar uppá Mette Frederiksen. Harvið bendir alt á, at hon aftur fær uppgávuna, at royna at skipa stjórn.

Tað eru næstan tveir mánaðir síðan, at danir vóru á vali, og higartil hevur ikki eydnast at skipað stjórn. Ongantíð áður hava stjórnarsamráðingar í Danmark tikið so langa tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder