Innanlands

Verkstaðsbygningur á Sandi tikin niður

Dagsljós sæst í gjøgnum gamla verkstaðsbygningin á Sandi, sum verður tikin niður. Stórar ætlanir eru fyri økið

(Mynd: Sands kommuna)

(Mynd: Sands kommuna)

2025-01-11 19:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í løtuni verður arbeitt við at taka gamla verkstaðsbygningin á Sandi niður, og nú seinnapartin í dag er arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at dagsljós sæst ígjøgnum bygningin.

Tað er Rasmus Rasmussen, ið eigur verkstaðin, sum nú fer í søguna. Hann er sonur Ian Rasmussen í Kollafirði, og tað er eisini Rasmus, sum hevur sáttmálan um koyringina hjá Bygdaleiðum í Sandoynna.

Rasmus Rasmussen arbeiðir við einari størri verkætlan á grundstykkinum, har verkstaðurin hevur verið. Sjálvvirkandi Effo-støðin, sum stendur á økinum, verður sambært ætlanini verandi, har hon er.   

Tað er longu væl síðan, at grivið varð omanav lendinum á stóra grundstykkinum, og nú var so tíðin komin til at taka verkstaðsbygningin niður.

Her kemur ein bygningur, sum eitt nú skal hýsa kafeteria í niðaru hæddini, og í ovaru hæddini verða tríggjar íbúðir.

Á grundstykkinum skulu eisini byggjast seks smáttur, sum koma at standa uppi í útsynningshorninum á stykkinum. Byggjast skal ein høll til veteranbilar, og her verður eisini vaskihøll til bilar.

Soleiðis verður alt hetta umhvørvið, har gamli verkstaðurin hevur staðið og hevur tænt øll hesi mongu ár, fullkomiliga broytt, tá verkætlanin hjá Rasmusi Rasmussen er framd í verki.

Sandoyartunnilin hevur broytt Sandoynna, og í ferðavinnuhøpi er Sandoyggin nú knýtt upp í meginøkið. 

Umframt at Bygdaleiðir nú syrgja fyri regluliga ferðasambandinum millum Sandoynna og miðstaðarøkið, koma bussar við ferðafólki úr Havn og aðrastaðni javnan í Sandoynna.

Við Sandoyartunlinum kunnu veitarar úr Sandoynni eisini arbeiða inni á meginøkinum eins væl og í Sandoynni. Hesin møguleiki hevur altíð verið, men við tunlinum er alt vorðið nógv lættari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder