Innanlands

Gamla brúgvin um Sandá verður sett í uppruna stand

2,2 milliónir eru játtaðar til at gera arbeiði liðugt

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2020-12-03 11:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Asfaltið er nú tikið oman av gomlu brúnni um Sandá, og tjúkka bentongplátan skorin av og beind burtur. Articon hevur staðið fyri hesum innleiðandi arbeiðinum. Nú skal verandi bilverja á brúnni takast niður, og so verður nýtt rimaverk úr stoypijarni sett upp. Laðingin verður eisini umvæld.

Nú er peningur játtaður til at gera arbeiðið liðugt, skrivar Tórshavnar kommuna. Játtaðar eru 2,2 millónir krónur til hetta á íløguætlanini fyri 2021.

Skal knýtast í gøtuskipanina í kommunui

Betongplátan, sum longu er tikin av brúnni, varð stoypt í sambandi við øktu ferðsluna á vegnum, tá ið Gamlarætt varð bygd. Men síðani nýggi vegurin um hálsin bleiv gjørdur, hevur eingin ferðsla verið á vegnum. Ætlanin er, at gamla brúgvin skal knýtast í gøtuskipanina í kommununi.

Tað var í 1925, at Tórshavnar kommuna hevði lýsing prentaða í Tingakrossi, har brúgvin um Sandá varð boðin út. Fimm tilboð komu inn, og Vilhelm Samuelsen (seinni Tórsheim) átti lægsta tilboðið, 12.487 krónur.

Gamla brúgvin um Sandá umboðar handverk og byggisið, ið ikki sæst nógv til í nútíðar bygging. Nú brúgvin aftur fer at síggja út, sum hon gjørdi fyri skjótt hundrað árum síðani, verður søgan um brúnna eisini miðlað - millum annað við skelti á staðnum.

[object Object]

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder