Uttanlands

Gaudi kann verða skírdur halgimenni

Arbeiðið upp á at byggja La Sagrada Família kirkjuna í Barcelona væntast at vera liðugt komandi ár - tá eru liðin hundrað ár síðan arkitekturin doyði

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-04-14 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dagurin har heimskendi spanski arkitekturin, Antoni Gaudi, kann verða skírdur halgimenni hjá katólski kirkjuni, er komin eitt stig nærri.

Frans pávi hevur nevniliga í eini fráboðan góðkent "hetjudygdirnar" hjá Gaudi, skrivar Reuters.

Gaudi er mest kendur fyri at hava teknað kirkjuna La Sagrada Família í Barcelona - heimsins størstu kirkju, sum enn ikki er liðug.

Kirkjan við teimum nógvu sermerktu tornunum, verður mett at vera meistaraverkið hjá Gaudi. Hann arbeiddi upp á kirkjuna í 40 ár. Men ikki fyrr enn komandi ár, 2026, væntast kirkjan at vera liðug.

Tá eru eisini gingin hundrað ár síðan Antoni Gaudi doyði, 73 ára gamal. Hann doyði trígjar dagar eftir at verða raktur av sporvogni, meðan hann var til gongu í Barcelona. Av tí, at hildið var, at talan var um ein fátækan biddara, fekk hann ikki hjálp beinanvegin.

Treytin fyri endaliga at verða skírdur sum katólskt halgimenni er, at tvey undurverk skulu vera hend. Um tað eydnast at finna fram til tvey undurverk, má tíðin vísa.

Gaudi varð í síni tíð kallaður "Guðs arkitektur". Sjálvur segði Gaudi um tað, at tað tók so langa tíð at byggja kirkjuna: "Mín kundi hevur ikki skund".


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder