
Í minsta lagi 27 palestinar lótu lív og fleiri onnur vórðu særd tíðliga í morgun, tá ísraelski herurin lat skot av móti fólki, sum bíðaðu eftir neyðhjálp nær við býin Rafah í sunnara parti av Gazageiranum.
Tað sigur heilsumálaráðið í Gaza, og eftir hesa fráboðan hevur ísraelski herurin váttað, at skotið varð eftir fólki í økinum.
Sambært ísraelska herinum varð skotið eftir einstaklingum umleið hálvan kilometur frá staðnum, har felagsskapurin Gaza Humanitarian Foundation (GHF), sum fær stuðul úr Ísrael og USA, býtti út neyðhjálp, skrivar Reuters.
Fólkini fluttu seg móti herfólkunum á ein hátt, sum var hóttandi móti teimum, sigur ísraelski herurin, sum leggur afturat, at hendingin verður kannað nærri.
Áðrenn hetta hevði GHF annars boðað frá, at útflýggingin av neyðhjálp gekk fyri seg uttan rok, men at kannað verður, um nøkur sivilfólk vórðu særd, tá tey fluttu seg úr trygga økinum og inn á afturlatið hernaðarøki.
Um vikuskiftið varð eisini boðað frá, at ísraelski herurin hevði skotið eftir fólki, sum bíðaðu eftir neyðhjálp, men hetta vóru følsk tíðindi sambært GHF og ísraelska herinum.
Les eisini: Ísraelski herurin: Talan er um følsk tíðindi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald