Uttanlands

Ísraelski herurin: Talan er um følsk tíðindi

Ísraelski herurin vísir aftur, at hann hevur skotið eftir sivilfólki nær við einari neyðhjálparmiðstøð

Lastbilur við neyðhjálp koyrir gjøgnum Rafah (Mynd: EPA)

Lastbilur við neyðhjálp koyrir gjøgnum Rafah (Mynd: EPA)

2025-06-02 10:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski herurin vísir aftur, at hann hevur skotið eftir sivilfólki nærindis einari neyðhjálparmiðstøð í Rafah í sunnara parti av Gazageiranum sunnudagin.

Sambært ísraelska herinum er talan um følsk tíðindi.

Sunnudagin upplýstu palestinskar myndugleikar, at í minsta lagi 31 fólk vórðu dripin av skotum nærindis neyðhjálparmiðstøð, har felagsskapurin Gaza Humanitarian Foundation (GHF) býtti út neyðhjálp.

Les eisini: Gaza: Í minsta lagi 31 fólk deyð nærindis neyðhjálparmiðstøð í Rafah

GHF, eins og ísraelski herurin, vísir aftur, at skotið hevur verið eftir sivilfólki í økinum og leggur Hamas undir at koma við følskum fráboðanum.

– Ein innleiðandi kanning gevur ábendingar um, at IDF (ísraelski herurin, red.) ikki hevur skotið eftir sivilfólki, meðan tey vóru nær við ella í økinum, og at fráboðanirnar eru falskar, sigur ísraelski herurin sambært Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder