Mentan

Gekkurin fluttur ein tíma - kanska meira

HM dysturin millum Brasil og Belgia órógvar spentu gekkaspælararnar í kvøld

2018-07-06 13:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

So er túrurin komin til Gekkin, at verða órógvaður av HM-endaspælinum í Russlandi.

Gekkurin, sum vanliga byrjar fríggjakvøld klokkan 19:45 verður nevniliga ikki fyrr enn dysturin millum Brasil og Belgia er liðugur. Eftir skránni verður tað klokkan 20:55, men um dysturin ikki verður avgjørdur upp á 90 minuttir, er møguligt at Gekkurin bíðar enn longri.

Sostatt kann klokkan ganga til 23 áðrenn Føroya fólk eru liðug at spæla gekk í kvøld.

Les eisini: Verður framvegis møguligt at býta Gekkin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder