Innanlands

Verður framvegis møguligt at býta Gekkin

Nú kanst tú vinna 2,6 mió. kr. ella royna eftir 900.000 kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-07-04 14:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Triðju seinast Gekkurin var á skíggjanum, var spælt broytt eitt sindur. Nú varð gjørligt at býta gekkavinningin í allar tríggjar leyparnar, og á tann hátt trífalda sín møguleika at vinna eina fitta upphædd.

Gekkur ljóðaði tá upp á 3,2 milliónir, men persónurin, sum slapp ígjøgnum við fullari plátu býtti pengarnar út á leyparnar, so viðkomandi kundi vinna 1,1 mió. kr. um hann rakti ein leyp.

Síðsta fríggjakvøld var ein triðingur av teimum 3,6 mió. kr. vunnin. Sunrid Nielsen úr Gásadali býtti gekkaupphæddina og endaði á gula leypinum. Hon vann tí 1,2 mió. kr.

Gekkaupphæddin minkaði tí niður í 2,6 mió. kr. til komandi fríggjakvøld. Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarstjóri í Kringvarpinum váttar, at komandi fríggjakvøld verður aftur gjørligt at deila upphæddina í teir tríggjar gekkarnar.

- Tað hevur víst seg at fólk vilja býta upphæddina í leyparnar, so tað fáa tey aftur møguleika fyri. Tað er upp til tann, sum kemur ígjøgnum til studio. Viðkomandi fær so møguleika at vinna antin 2,6 mió. kr. við at raka rætta leypin ella 900.000 kr. um viðkomandi rakar ein leyp, sigur Jákupa Mikkelsen.

Jákupa sigur, at til síðsta fríggjakvøld vórðu seldir 33.250 seðlar. Hetta var umleið tað sama sum vikuna fyri, men eitt sindur frá tá flest seðlar vórðu seldir. Tá vórðu seldir áleið 36.000-37.000 seðlar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder