Býráðið hevur í kvøld tikið støðu til eitt mál um bátadrátt í Nólsoy. Í vinnunevndini var tilmæli, at nólsoyingar fáa nýggjan bátadrátt.
Nólsoyingar hava á fleiri borgarafundum víst á, at teir ynskja nýggjan bátadrátt, tí verandi bátadráttur kann ikki brúkast til størri bátar. Vinnunevndin samtykti málið og legði tað fyri býráðið, sum í kvøld samtykti málið.
Málið hevur stóran týdning fyri borgararnar í Nólsoy, sum noyðast at ferðast eftir sjónum í øllum møguligum støðum. Tí skal tað vera lætt at draga stórar bátar í Nólsoy, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini.
Nýggi bátadrátturin verður væntandi gjørdur úti á Klyvum, og kostnaðurin er mettur til 800.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald