Innanlands

Gera nú kanningar av parkeringstunlinum

Stórur tørvur er á parkeringsplássum í Havn, og fleiri loysnir hava verið umrøddar. Tórshavnar kommuna hevur sett hálva millión av at gera kanningar

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-05-24 08:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tekniska fyrisitingin í Tórshavnar kommunu fer nú at gera tekniskar og fíggjarligar kanningar av møguligum parkeringstunli undir miðbýnum í Havn, sum í skitsuuppskoti verður mettur at verða umleið ein kilometur langur og hava pláss fyri umleið 700 parkeringsbásum. 

Stórur tørvur er á parkeringsplássum í Havn, og fleiri loysnir hava verið umrøddar. Trupult er at fáa nøktandi parkeringsøki í miðbýnum, tí tætt er bygt, og infrakervið hevur trupult at bera tað nógv øktu ferðsluna. 

Týdningarmikið er, at kanningarnar av einum møguligum parkeringstunli verða samskipaðar við aðrar leiðingar, sum væntandi skulu farast undir komandi árini. Eitt projektarbeiði er longu gjørt í sambandi við gerð av tunli undir jørð til dagføring av leiðingunum til býin. 

Ein innanhýsis arbeiðsbólkur verður nú settur til at gera eina yvirskipaða tørvslýsing av møguligum parkeringstunli, leiðingum o.a., og ein ráðgevi verður settur til at gera eitt skitsuprojekt, kostnaðarmeting v.m, boðar kommunan frá.

Mett verður, at arbeiðið at gera tørvslýsing, skitsuprojekt og kostnaðarmeting fer at kosta um hálva millión. Málið var fyri í fíggjarnevndini í farnu viku og varð einmælt samtykt, og varð eisini samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder