Mentan

Gerið heimin størri í tí smáa

Pisurøða: Fyri 10 árum síðani stóð eg, eins og tit - fín og smílandi og lurtaði eftir pisurøðu. Men í dag tori eg at viðganga, at aftan fyri smílið var eitt tungt sinni. Eg hevði eg tað ikki gott

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-25 07:08 Author image
Ingilín D. Strøm
placeholder

GERIÐ HEIMIN STØRRI Í TÍ SMÁA

Góðu pisur

Hjartaliga til lukku við stóra degnum. Lukkuynskini eru nógv hesar dagarnar - og tað hava tit uppiborið, tí prógvið kemur ikki av sær sjálvum. Tit kláraðu tað tit settu tykkum fyri. Og eg vóni, at ferðin hevur verið góð og gevandi.

Fyri akkurát 10 árum síðan stóð eg í tykkara stað. Eg hevði onga hóming av, hvat eg nú skuldi gera.

Gomul hugskot runnu gjøgnum høvdið. Alt tað, eg sum barn droymdi um at blíva. Kokkur, skipari, sjónleikari, tíðindafólk. Men tað varð slept. Tað var bara eitt eg visti - ella faktiskt tvey: Eg skuldi so langt burtur sum gjørligt. Og eg skuldi ongantíð blíva politikari.

Eg føldi, at eg stóð á berum. Eg skuldi taka eina avgerð, sum fór at mynda framtíðina. Eina stóra avgerð, sum bara eg kundi taka. Júst sum tit.

Uttan mun til, hvørja leið eg fór, so ætlaði eg mær at stremba. At stremba eftir at gera mun. Stremba eftir succes. Sum øll hini.

At bjarga heiminum.

[object Object]Sí myndir frá pisufundinum í Viðarlundini í Havn her

***

“Heimurin er opin fyri tykkum,” søgdu tey. “Tit eru framtíðin,” søgdu tey. “Alt er møguligt”, søgdu tey.

“You are the future leaders of our world,” varð sagt, tá eg kom inn um hurðina á norska skúlanum, eg gekk á. 

Og hetta varð alt sagt í bestu meining. Við góðum ynskjum um framtíðina hjá unga ættarliðinum. Fyri at geva bestu møguleikar at eydnast - fyri succes.

Danski sálarfrøðingurin Svend Brinkmann sigur harafturímóti: “Trúgvið teimum ikki, tá tey siga, at tit hava allar møguleikar! Tit hava øll møguleikar, sum tit skulu royna, men tit hava ikki allar møguleikar. Tit eru faktiskt rættiliga avmarkað av øllum møguligum orsøkum”, sigur hann.

Kenna vit ikki avmarkingarnar fyri, hvat vit kunnu og ikki, so kunnu vit brúka restina av lívinum at harta okkum sjálvi, tá vit gera feilir. At vit ikki gjørdu allar møguleikarnar til veruleika.

Vit eiga at gleðast um avmarkingarnar, at vera vakin og taka av teimum møguleikunum, sum liggja fyri durum okkara.

Tað kunnu vera nógvar góðar orsøkir til at seta sær langtíðarmál. At hava eitt mið at stevna eftir, heldur enn at reka fyri vág og vind.

Men miðið má ongantíð skugga fyri ferðini.   

Vit kunnu síggja lidnu tekningina fyri okkum, áðrenn vit fara at tekna. Men hon verður sjáldan akkurát so, sum vit ætlaðu. Vit kunnu eisini tekna strikur í alskyns litum og skapum, sum enda við at blíva til eina hugtakandi heild.

***

Góðu áhoyrarar

Fyri 10 árum síðani stóð eg, eins og tit - fín og smílandi og lurtaði eftir pisurøðu. Men í dag tori eg at viðganga, at aftan fyri smílið var eitt tungt sinni. Eg hevði eg tað ikki gott.

Eg trúði ikki, at eg nakrantíð fór at eydnast - fáa success - sum øll hini. Men eg helt kortini, at lívið mátti brúkast til okkurt gott.

Tí gekk fyrsta ferð mín sum floygd pisa móti Addis Ababa í Etiopia, har eg fór at arbeiða á einum skúla. Eg hevði tað, sum mann í dag kallar “white saviour complex”.

Eg vildi sum hvít og priviligerað hjálpa teimum, sum vóru minni priviligerað enn eg.

Men tað vísti seg, at eg bjargaði ongum. Heldur bleiv eg bjargað.

Fyri 10 árum síðani sat eg í einum stúgvandi fullum bussi á veg til býin Bahir Dar í Etiopia. Eg skuldi hjálpa til á einum skúla fyri heimleys børn við menningartarni. Túrurin var drúgvur, og tað var heitt. So vit høvdu ein steðg á vegnum. Eg minnist, at eg setti meg á ein stein uttan fyri bussin og hugsaði, at um eg bleiv sjúk ella varð fangað í ófriði, so bilti tað einki. Eg helt veruliga ikki, at lív mítt var nakað vert.

Men so sá eg eina mammu og tvey børn, sum spældu í eini á. Gleðin lýsti av teimum. Og eg fekk ringa samvitsku. Eg, sum hevði so nógv framíhjárættindi. Mat, heilsu og alt lívið framman fyri mær. Og so var eg so ólukkulig og ónøgd. Og hesi fólkini, sum búðu í smáttum av mold, vóru so glað í løtuni. Hendan mamman hevði ikki nógv. Men gleðin lýsti av henni júst tá.

Tann dagin lat eg eina konu í bygdini prika mær hesa sólina á armin. Eina sól, sum minnir meg á tað, sum hevur týdning her í lívinum. Og at sólin altíð skínur onkustaðni.

***

Góðu ungdómar, sum hava ilt í lívinum.

Eg veit, hvussu tit hava tað. Tí eg havi sjálv verið har. Og nógv onnur ung við mær.

Ávísingarnar til barna- og ungdómspsykiatrisku deildina hava seinastu árini verið støðugt vaksandi. Alt fleiri ung fáa heilivág.

Almannaverkið vísir á, at hetta er størsta orsøkin til, at ung fólk ikki fáa arbeitt.

Sernám vísir á, at fleiri og fleiri børn og ung orka ikki at ganga í skúla.

Heilsufrøðingar vísa á, at umleið fjórði hvør næmingur í fólkaskúlanum livir við avbjóðingum, sum kunnu ávirka sálarligu heilsuna.

Eg veit ikki við vissu, hvør orsøkin er til syrgiligu hagtølini. Men eg veit, at alt ov mong rinda ein alt ov høgan prís fyri tráanina eftir succes.

Er tað nøkur succes at vera nakað heilt serligt um tú noyðist at kúga teg sjálva?

Er tað nøkur succes at eiga nógvar pengar, um tú merkir einsemi hvønn dag?

Finna vit gleðina í sjálvsóknini, tá vit royna at vera verðins best? Ella finna vit hana, tá vit nettupp ikki gera tað?

Eingin kann einsamøll bjarga heiminum, men øll kunnu vit gera mun, har vit eru. Øll kunnu vit stremba eftir at gera eina góða gerð hvønn dag. Bara tað kann vera ein succes.

Vit kunnu ikki vera alt fyri øll, men vit kunnu øll vera okkurt fyri onkran.

***

Fyri nøkrum árum síðani fekk fólkalívsfrøðingurin Margret Mead ein spurning frá einum næmingi. Viðkomandi vildi vita, hvat hon helt vera fyrsta tekin um sivilisatión í einum samfelag. Næmingurin roknaði við, at hon fór at tosa um húkar, um brýni ella leir.

Tað gjørdi hon ikki. Mead segði, at fyrsta tekin um sivilisatión var eitt brotið bein, sum varð lekt.

Um eitt djór brýtur eitt bein, so doyr tað. Tí tað kann ikki renna undan vandum, fara í ánna eftir vatni ella veiða sær føði. Einki djór livir nóg leingi, til at beinið veksur saman aftur.

Ein brotið bein, sum er lekt, er tí eitt tekin um, at onkur hevur givið sær tíð til at vera hjá tí, sum datt. Onkur hevur bundið um sárið, borið persónin til tryggleika, hjúklað um og veitt heilsubót.

At hjálpa øðrum gjøgnum ringar tíðir; tað er har sivilisatiónin byrjar, segði Mead.

Um vit sum einstaklingar seta okkum fyri, at vera okkurt fyri onkran, so vaksa vit sum samfelag. Tú ert bara eitt menniskja í heiminum. Men fyri okkurt menniskja kanst tú vera allur heimurin. Soleiðis arbeiða vit saman um besta avkastið til felagsskapin. Sum í síðsta enda gagnar okkum øllum.

***

Tá eg kom aftur úr Etiopia møtti eg manni mínum Teiti. Honum havi eg lært nógv av. Eitt, sum eg havi tikið til mín, er hetta, sum eg havi hug at deila við tykkum í dag. Tá avgerðir skulu takast, spyr so teg sjálva:

Ger hetta heimin størri ella minni?

Tað kann vera ein stór avgerð. Ella ein lítil avgerð. Men kynstrið er at duga at síggja, hvussu lítla avgerðin ávirkar heildina.

Eg ætlaði mær ongantíð at búgva í Føroyum. Men her eri eg. Eg ætlaði mær ongantíð at blíva politikari. Men eg lívið lagaði seg soleiðis, at tað bleiv eg. Í øllum førum akkurát nú.

Tað var ikki tráanin eftir succes, sum førdi meg higar. Tað var tí, at eg tordi at vera viðbrekin. Tí eg tordi at seta mínar egnu treytir fyri, hvat success er - fyri meg. Tað var tí, eg fann lívsmót, tí eg hevði tey røttu fólkini rundan um meg. Og tí eg vildi gera mun, har eg var. Soleiðis kann mann eisini bjarga heiminum.

Góðu pisur. Síggið møguleikarnar, sum liggja fyri fótum tykkara, og strembið ikki treytaleyst eftir tí ógjørliga. Leggið til merkis fræini, sum onnur undan tykkum hava sáað.

Verið góð við tykkum sjálvi, við næstar tykkara og náttúruna og leggið nýggj fræ eftir tykkum, har tit koma á lívsleiðini. Tað trúgvi eg vera besta leiðin til eitt burðardygt og eydnusamt lív, sum røkkur longur enn vit sjálvi.

So heldur enn at siga, at heimurin liggur opin fyri tykkum. So fari eg at enda við at siga: Verið tit opin fyri heiminum. Og gerið heimin størri í tí smáa.

Takk fyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder