Innanlands

Gevast at leita í Fugloy

Løgreglan gevst nú at leita eftir horvna ferðamanninum, sum ikki hevur verið sæddur síðani 11. januar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-02-25 19:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fór í morgun við hundi í Fugloynna at leita eftir horvna ferðamaninum, sum hvarv í oynni tann 11. januar. Staðkend vóru eisini við, men einki varð funnið.

Heldur eingir lutir hjá ferðamanninum vóru funnir, og løgreglan gevst nú við leitingini.

Veðrið hevur tarnað leitingini nógv. Leitað var dagarnar aftaná at maðurin hvarv, men tað hevur ikki verið møguligt at leitað í ávísum støðum fyrr enn í dag.

Les eisini: Keypti einvegis ferðaseðil til Føroyar og hvarv í Fugloy

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder