Innanlands

Gevur ikki meining at kanna so nógv

Tað er dýrt, og so er tann stóri spurningurin eisini um tað gevur meining. Sjúkrahússtjórin heldur í øllum førum ikki, tað gevur meining at kanna upp ímóti 5000 fólk hvønn dag

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2022-01-19 20:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit mugu hava ein dialog við politisku skipanina, um tað gevur meining, segði Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, við útvarpstíðindini í kvøld.

Tað er einki nýtt í, at tað kostar tað hvíta út av eygunum at hópkanna so nógv sum vit gera í løtuni. Sjúkrahúsverkið rindar 200 krónur fyri hvørja kanning. Ein dag tá 5000 kanningar verða gjørdar, kostar hetta Sjúkrahúsverkinum og harvið landskassanum eina millión.

Sjúkrahúsverkið hevur upplýst at í miðal verður brúkt umleið hálv millión um dagin til koronukanningar, og í løtuni er tað helst meira enn tað.

Løgmaður hevur upplýst, at 40 milliónir krónur eru settar av til koronu í fyrsta ársfjórðingin í 2022, men sambært Steinari Eirikstoft, so fer játtanin fer hetta lag ikki at halda í nógvar vikur.

- Tað er trupult hvussu leingi tað varðir. Hyggja vit bara eftir seinastu vikuni, so hevur kanningartrýstið verið øgiliga høgt og heldur tað fram, ganga tað bara vikur til játtanin er uppi, sigur Steinar Eirikstoft.

- Tí má eitt kjak í gongd. Man hoyrir um, at um eitt nú eitt barn er smittað í einum skúlaflokki, so verða øll biðin um at kanna seg tríggjar ferðir. So ganga tríggir dagar har onkur afturat er smittaður, og so skulu øll kannast umaftur tríggjar ferðir. Og soleiðis blívur tað við.

- So hetta má viðgerast um hetta gevur meining, sigur Steinar Eirikstoft.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder