Uttanlands

Gimsteinur seldur fyri 331 milliónir krónur

Talan er um nýtt heimsmet

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-11-14 07:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kendi gullhandilin Harry Winston í New York keypti í gjár ein gimstein á uppboðssølu fyri ørandi upphæddina 50 milliónir dollarar, svarandi til 331 milliónir krónur í okkara pengum.

Talan er um ljósareyða gimsteinin, Pink Legacy, ið er ein av heimsins reinastu gimsteinum, og sum er næstan 19 karat, skrivar AP-tíðindastovan.

Prísurin pr. karat er heimsmet fyri ein ljósareyðan gimstein, sigur seljarin, Christie’s uppboðssølan.

Væntað varð, at tann 19 karat stóri rætthyrnti steinurin Pink Legacy fór at verða seldur fyri 30 milliónir dollarar, men boðið fór nógv hægri.

Sambært Christie’s er talan um størsta og vakrasta ljósareyða gimstein, sum nakrantíð er seldur á uppboði.

Á uppboðssøluni, sum varð hildin í Genève í Sveits í gjár, ljóðaðu lógvabrestirnir, tá hamarin fall fyri triðju og seinastu ferð á 44,5 milliónum dollarum. Við avgjøldum kom samlaði søluprísurin sostatt upp á 50,38 milliónir dollarar, skrivar AP.

Gimsteinafamiljan Oppenheimer hevur átt steinin. Sambært Christie’s er talan um tann evnafrøðiliga reinasta gimsteinin, sum vitan er um. Bert evarska lítið køvievni – nitrogen – er í honum, um yvirhøvur nakað.

Ovastin fyri altjóða skartgripadeildina hjá Christie’s, Rahul Kadika sigur, at uppboðssølufelagið bert fýra ferðir fyrr hevur selt gimsteinar við eini vekt oman fyri tíggju karat í sama liti í tey 251 árini, sum uppboðssøluhúsið hevur virkað.

Evropeiski formaðurin hjá Christie’s, François Curiel, kallar steinin fyri ”Leonardo da Vinci innan gimsteinar”.

[object Object]
(Mynd: EPA) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder