Tvey ferðafólk, sum í gjár vóru farin gongutúr í Kunoynni, máttu í gjárkvøldið fáa hjálp at finna omanaftur.
Kanska er myrkrið komið á tey fyrr enn tey høvdu væntað. Klokkan 18.40 boðaðu tey løgregluni frá, at tey ikki tordu at ganga víðari. Tá var vorðið kølmyrkt, og tey spurdu tí um hjálp at finna oman aftur.
Boð vórðu send eftir Norðoya Bjargingarfelag, sum sendi fólk niðan at leita. Vakthavandi á politistøðini sigur, at tíbetur høvdu gongufólkini kort við sær, og kundu tí nevna staðarnøvn, tey kundu eisini siga nágreiniliga á hvørjari hædd tey vóru stødd. Hetta gjørdi leitingararbeiðið lættari.
Beint eftir klokkan 21 vóru fólkini funnin og um hálvgun ellivu tíðina vóru tey øll komin oman aftur til bygda í øllum góðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald