Innanlands

Gist & Vist letur fýra matstovur upp í mars

Eitt teirra er skeiva pakkhús, sum verður italsk matstova

Henry Samuelsen verður nýggjur høvuðskokkur í Skeiva Pakkhúsi

Henry Samuelsen verður nýggjur høvuðskokkur í Skeiva Pakkhúsi

2019-02-15 16:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í næsta mánað letur Skeiva Pakkhús uppaftur sum matstova, men tað verður við einum nýggjum konsepti.

Herfyri frættust tíðindini um, at Gist og Vist hevur yvirtikið matstovuna, sum Leif Sørensen lat upp í Skeiva Pakkhúsi síðsta summar. Síðan hevur matstovan verið afturlatin.

Men í dag boðar Gist og Vist frá, at nú verður italsk matstova í sermerkta pakkhúsinum við Vestaru Vág.

Nýggjur høvuðskokkur í Skeiva Pakkhúsi verður Henry Samuelsen, sum sigur at fólk kunnu síggja fram til at fáa eitt nú heimagjørt pasta, risotto, burrata, antipasto og aðrar eyðkendar italskar rættir og gott italskt vín. Dentur verður lagdur á føroyskar rávørur, fiski, skeljadjórum, grønmeti og urtum. Og so verður kanska ein pitsa onkuntíð at fáa, framgongur av tíðindabrævinum.

[object Object]Anja og Súsanna standa fyri Bitanum og Suppugarðinum, fyrr Smyrjibreyðsbúnini

Bitin og Suppugarðurin
Tíðindabrævið lovar eisini, at um miðjan mars letur matstovan í Steinatúni, fyrr kallað Smyrjibreyðsbúðin uppaftur.

Eftir drúgva umbygging verður matstovan deild í tvey, so at tað verða tvær matstovur, tá latið verður uppaftur. Nøvnini eru Bitin og Suppugarðurin.

Bitin snýr seg bæði um breyðbita og køkubita. Tí smyrjibreyð verður framhaldandi á skránni, saman við sild og flógvum rættum sum tartelettir og buddaskál. Men framvegis tað verður eisini møguligt bara at keypa kaffi og lagkøku.

Væl umtókta konseptið við ramen-suppu verður at fáa í bakgarðinum, og fær navnið Suppugarðurin. Matstovan fær sína egnu inngongd og egna matarlepa, verður sagt.

[object Object]Tina Joensen og Reynold Madsen

Verkamatur
Fjórða matstovan, sum verður kunngjørd í kunningarskrivinum hjá Gist og Vist er Verkamatur, sum heldur til í Silo, tað er niðasta hædd í rundu saltsiluni á Vestaru Bryggju.

Reynold Madsen og Tina Joensen taka sær av hesi matstovuni, hvørs høvuðsmál er at servera døgurða á middegi. Verkamatur letur eisini upp einaferð í mars. Møguleiki verður bæði at bíleggja døgurða til heintingar, og at eta í sermerkta runda hølinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder