2021-04-05 20:02

Tað ræður um at ansa eftir, um tú skalt út at koyra í kvøld, tí hált og glerstoytt er um alt landið, sigur Landsverk.
Nógv jarðrok er í ælunum, og nú klokkan 19 gavst Landsverk at grava á Oyggjarvegnum og á Gjáarvegnum.
- Hesi líkindini síggja út til at halda fram til á middegi í morgin, segði Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, við útvarpið klokkan 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald