Innanlands

Gjalda 450 krónur fyri at sleppa út á Trælanípuna

Mongu vitjaninar seta síni spor, og nú skulu ferðafólk rinda

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2019-04-04 22:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

450 krónur skulu nú takast fyri at sleppa út á Trælanípuna í Vágum. Útlendingar og arbeiðspláss skulu rinda.

- Vit hava bíðað í nógv ár. Vit hava verið tolnir og roynt allar møguligar mátar og kanska skuldi hetta verið sett í verk fyri nógvum árum síðani. Nú er skaðin longu hendur, sigur Jóhannus Nattestad úr hagapartinum Nípan, við Dag & viku í kvøld.

Hagastýrið metir at umleið 30.000 fólk gingu túrin í fjør - onkuntíð 400-500 fólk um dagin, og so nógv fólk á so lítum øki sæst aftur.

Túrurin er góðar tríggjar kilometrar langur.

- Fólkini eru um allan hagan, sjálvt um skeltini siga, at tey ikki skulu. Tey lesa ikki skeltini, tey fara beint undir, greiðir hann frá.

Rindast kann á heimasíðu ella við portrið út í hagan.

Síggj innslag úr Degi & viku her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder