2019-05-28 10:55
Løgreglan hevur gjørt fleiri kanningar av morgunferðsluni við skúlum kring landið seinastu tíðina, og gjáramorgunin var løgreglan aftur úti og gjørdi kanningar.
Kanningar vórðu gjørdar av morgunferðsluni við Skúlan á Fløtum í Havn, við skúlar í Klaksvík og við skúlan í Kollafirði.
Hendan morgunin vísti tað seg at bilførararnir høvdu sítt í ordan. Serliga verður hugt eftir um tey, sum sita í bilinum sita í trygdarbelti, og at børnini sita eftir teimum krøvum, sum verða stillaði teimum minstu í bilunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald