Innanlands

Glasir: Ein trupulleiki at eingin stígur fram og tekur ábyrgd

Løgtingsmaðurin heldur tað vera ein trupulleika fyri samfelagið, at eingin tekur ábyrgd

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-05 14:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undir viðgerðini í tinginum av eykajáttanini til Glasir seinnapartin tók løgtingsformaðurin orðið. Tað hendir ikki serliga ofta, og hesaferð prátaði Páll á Reynatúgvu um landsstýrismannaábyrgd.

- Tað er púrasta misskilt, at øll hava ábyrgdina av hesum. Tað er tað reina tvætl, at øll hava ábyrgd, segði Páll á Reynatúgvu.

Løgtingsformaðurin segði, at tað er bara ein sum hevur landsstýrismannaábyrgd, og tað er landsstýrismaðurin. Og sambært løgtingsformanninum er tað ein stórur trupulleiki, at eingin traðkar fram, og tekur ábyrgdina.

- Tað er eingin í allari politisku skipanini, sum stígur fram og sigur: “Eg havi ábyrgd av tí sum er farið fram”, segði hann.

- Tað er ein stórur trupulleiki í okkara samfelagi. Vit hava leiðandi ábyrgdarhavarar, sum ikki taka ábyrgd, segði Páll á Reynatúgvu.

Løgtingsformaðurin tosar ikki um ultimativu avgerðina, sigur hann, men at stíga fram, og taka ábyrgd. Eisini tá tað stendur illa ti.

Eykajáttanarlógin til Glasir varð samtykt við 2. viðgerð fyri lítlari løtu síðani. Klokkan 15 byrjar nýggjur tingfundur har triðja og seinasta viðgerð er á skrá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder