Innanlands

Glasir: Listi datt 7 metrar niður úr loftinum

Kundi endað heilt galið í ítróttarhøllini á Glasi

Ítróttarhøllin á Glasi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ítróttarhøllin á Glasi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-11-28 14:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Hetta er ikki trygt sum nú er.

Tað segði Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, við útvarpið á middegi. Ítróttarhøllin á Glasi er stongd, tí hon ikki er nóg trygg í løtuni.

Rakar ein tungur bóltur loftlistarnar, so kunnu teir detta niður í einum. Tað hendi í farnu viku, tá tað var undirvísing í høllini. Ein listi datt niður úr loftinum, einar 7-8 metrar og tíbetur stóð eingin undir, greiðir Bogi Bech Jensen frá.

Hetta er ikki tað einasta, sum skal gerast afturat á Glasi. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur biðið løgtingið um 28,6 millónir, og boðar samstundis frá at hon møguliga sakl brúka yvir 17 milliónir afturat til skúlan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder