Tað liggur í luftini, at eitt misálit verður lagt fyri tingið móti Rigmor Dam, landsstýriskvinnu við mentamálum.
Sum skilst eru nógv tingfólk, sum als ikki vilja góðtaka, at bæði Rigmor Dam og nú eisini Aksel V. Johannessen løgmaður, sýta fyri at taka ábyrgd av tí fíggjarliga óskilinum, sum er staðfest viðvíkjandi byggingini av stóra runda miðnámsskúlanum í Marknagili.
Les: Løgmaður fríkennir Rigmur Dam fyri ábyrgd av óskilinum
Sum skilst, so er semja millum andstøðuflokkarnar at orða eitt uppskot, har misálit verður reist móti landsstýriskvinnuni við mentamálum.
Ongin tinglimur vil kortini endurgevast fyri, hvat eitt slíkt misálitisuppskot kemur at snúgva seg um. Í fyrsta lagið snýr tað seg mest um at kanna um undirtøka er fyri einum møguligum misáliti.
Við tað at tingfundurin í dag dregur út, og at tað neyvan kann hugsast, at løgtingið er liðugt at viðgera uppskotið um fíggjarlóg hesu megin midnátt, so er neyvan heldur hugsandi, at misálitið verður lagt fram í dag.
Um atkvøðugreiðslan fyri fíggjarlógini ikki kemur í gjøgnum fyrr enn eftir midnátt, so verður onnur viðgerð í fyrsta lagið hósdagin, og sostatt hevur andstøðan góðar stundir til at arbeiða við møguliga misálitisuppskotinum.
Hetta tí, at onki er, sum bendir á, at samgongan fær møguleika at skunda fíggjarlógina ígjøgnum uttan um vanligar mannagongdir – til tess krevst ein kvalifiseraður meiriluti, og harvið eisini andstøðuatkvøður.
Klokkan hálvgun fýra seinnapartin viðgjørdi tingið uppskotið um leingjan av heimildini at taka veiðugjald. Tað málið er nummar sjey á dagsskránni.
Fíggjarlógin er nummar 11 á dagsskránni, og tí verður roknað við at alt kvøldið og stórur partur av náttini verður brúkt til orðaskifti av fíggjarlógini innan málið kemur til atkvøðugreiðslu við aðru viðgerð.
Ein av samgongutinglimunum, ið úttalaði seg ógvuliga markant í hesum málinum, var sjálvur tingformaðurin, Páll á Reynatúgvu, sum í farnu viku segði, at landsstýriskvinnan átti at taka ábyrgd.
Les: Løgtingsformaðurin:Rigmor Dam eigur at taka ábyrgd
Les eisini: Glasir: Ein trupulleiki at eingin stígur fram og tekur ábyrgd
(rættað kl. 16.02)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald