Mentan

Gloymdur – bókaframløga í Klaksvík

Framløgan av skaldsøguni hjá Solby Christiansdóttir verður í húsi Nólsoyar Páls

2019-09-17 08:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjakvøldið 20. september verður forkunnug bókaframløga í húsi Nólsoyar Páls í Klaksvík.

Bókin, ið verður løgd fram, er skaldsøgan ”Gloymdur”, ið er fyrsta útgávan hjá journalistinum, Solby A. Christiansdóttir.

Ein maður liggur til at doyggja á landssjúkrahúsinum, tí eitt mistak er hent. Men hví er tað komið so langt? Og hvør hevur ábyrgdina? Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu Føroya Sjúkrahúsverk skal skipast í hæddini.

Bókin byggir á veruligar hendingar – um deyðasjúka mannin og sjúkrahúsverkið. 

Á tiltakinum fer Archibald Black fyrst at greiða frá Nólsoya Páls húsi og Hans Andrias Jacobsen fer at spæla tvey løg. Síðan fer Uni Holm Johannesen at práta við rithøvundin, Solby A. Christiansdóttir. 

Eftir framløguna verður okkurt gott til góma og háls at fáa, eins og rithøvundurin skrivar í bókina, ið verður til sølu fyri serprís hetta kvøldið. Tað er forlagið Sprotin, ið skipar fyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder