Innanlands

GLS leiðskuráðstevna í januar

Tóra við Keldu og Hilda Viderø verða føroyska íkastið hesaferð

Tórs við Keldu

Tórs við Keldu

2018-11-22 12:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Altjóða leiðsluráðstevnan The Global Leadership Summit (GLS) verður hildin í Norðurlandahúsinum 19. og 20. januar 2019.

Endamálið við ráðstevnuni, sum byggir á kristna siðaarvin, er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru. Fyrilestrarhaldararnir hava ymiskar viðkomandi vinnuligar og andaligar førleikar, ið á hvør sín hátt kveikja og bjóða einum av.

Tólv fyrilestrar vera á stevnuni, harav tveir føroyingar – Tóra við Keldu, ið starvast sum fólkaskúlalærari og er forkvinna í Megd og Hilda Viderø, ið er stovnari av felagsskapinum Mirjam, sum virkar fyri at hjálpa kvinnum undan fátækadømi í m.a. Liberia.

Tíggju fyrilestrar verða vístir á stórskíggja við m.a. Craig Groeschel, Simon Sinek, Rasmus Ankersen, Danny Meyer og John Maxwell. Hesir verða allir týddir til føroykst. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder