
Jazzwise, førandi miðilin innan jazztónleik í Bretlandi, hevur sett GØ á breddan. Skoðsmálini fáa teir góð fyri útgávuna “Ævir, amen”, við fýra av fimm stjørnum í ummæli, og sagt verður um konsertina:
"The first time I encountered this Faroese group was at last year's Reykjavík Jazz Festival and they blew me away with their eclectic exuberance and 'anything goes' approach to music-making. (...) Enjoy Ævir amen's angular, quirky cinematic soundscapes. Expect the unexpected."
Stutt sagt, vænta tað óvæntaða og gerið tykkum klár at verða blást um koll tá GØ trína á pall á G! festivalinum í summar. G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár.
Í gjár varð boðað frá, at GØ skal spæla á stórum showcase festivali í Bremen, sum fyrsta føroyska navnið nakrantíð.
Les: GØ til Jazzhead! sum fyrsti føroyski bólkur nakrantíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald