Í gjár var Goðafoss skrássett í FAS, føroysku alltjóða skipaskrásetingini. Skipið hevur fingið heimstað í Tórshavn.
Goðafoss er bygt í Danmark í 1995. Skipið er 166 metrar langt og 29 metrar breitt. Skipið er 14700 bruttotons til støddar og lastar 1457 TEU. Goðafoss er saman við Dettifoss flótandi stoltleikin hjá Eimskip samtakinum, og somuleiðis størstu bingjuskipini í fastari rutu í norðuratlantshavi, skrivar Faroe Ship á Facebook.
Tað er sp/f Goðafoss Line, sum eigur skipið, og felagið er eitt dótturfelag hjá Faroe Ship. Stjóri í felagnum er Bogi P. Nielsen.
Í næstum verða eisini Dettifoss og Lagarfoss skrásett í føroysku alltjóða skipaskrásetingin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald