Uttanlands

Góðar vónir til nýtt koppsetingarevni

Prizer og BioNTech hava ment vaksinu, ið kann leyslatast til várs

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-09 18:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt nýtt koppsetingarevni móti covid-19 kann fáa stóra ávirkan á koronafarsóttina. Og tað eru “ógvuliga jalig” úrslit, sum heilivágsfyritøkan Pfizer higartil er komin fram til.

Tað sigur Bruce Aylward, sum stendur á odda fyri arbeiðinum hjá heilsheilsustovninum WHO at finna eina vaksinu móti koronasmittuni.

Roknað verður við, at koppingarevnið verður klárt kanska í mars mánaði komandi ár.

- Tað er framvegis nógv arbeiði eftir at gera, og enn hava vit bert fingið fyribils úrslit. Men úrslitini av royndunum síggja lovandi út, sigur Bruce Aylward.

Risastóra heilivágsfyritøkan Prizer kunngjørdi í dag, at nýggjastu kanningarnar av vaksinuni vísir, at hon kann forða fyri smittu í 90 prosentum av førunum.

Eisini aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, fegnast um tíðindini, sum hann kallar gleðilig.

Lars Østergaard, professari og yvirlækni á Aarhus Universitetshospital sigur við Ritzau, at úrslitini eru lovandi, men enn eru nakrir ósvaraðir spurningar.

- Vit vita til dømis ikki enn hvussu leingi vaksinan virkar, og um ein kann smittast seinni, sigur professarin.

Stjórin fyri týsku fyritøkuna BioNTech, ið mennir vaksinuna saman við amerikansku fyritøkuna Prizer, sigur, at hann vónar, at koppsetingin fer at virka í eitt ár. Men hann torir ikki at lova tað, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder