Innanlands

Góður fundur um rehabilitering í Føroyum

Fundurin, sum Sambandsflokkurin skipaði fyri í Norðurlandahúsinum í dag, eydnaðist sera væl

2018-10-25 21:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nógv fólk møttu á fundinum, umleið 100 fólk, bæði frá politisku skipanini, fakfólk, umboð fyri kommunur, lesandi og onnur áhuga.

Nógv nýggj og neyðug vitan kom fram á fundinum, umframt at luttakararnir fingu høvið at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Luttakararnir fingu greiða fatan av, hvat er neyðugt at gera politiskt og fakliga á rehabiliteringsøkinum. Upplýst varð at umleið 15.000 fólk í Føroyum hava skaðar, ið krevja rehabilitering.

Endamálið við rehabilitering er, at virkisførleikin hjá einum sjúkuraktum verður soleiðis, at hesin aftur kann fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív, sum tekur støðið í gerandisdegnum

Sosiali profilurin hjá Sambandsflokkinum er hollur, og saman við politiskum visjónunum og høgum málum um rehabilitering og viðgerðartrygd, fer hetta at seta stór krøv. Tí verður neyðugt við samstarvi millum almennar myndugleikar og stovnar, bæði um nýggja og betri lóggávu at virka undir og um fígging.

Tá Sambandsflokkurin kemur til valdið, fer flokkurin hvørt ár at seta 30 milliónir krónur av til heilsuverkið, umframt vanligu framskrivingina.

Á fundinum vóru víst á fleiri ítøkilig átøk, sum skulu setast í verk, fyri at tryggja eina málrættaða og mennandi gongd á rehabiliterignsøkinum.

Sí fleiri myndir á Facebook-vegginum hjá Sambandsflokkinum.

Framløgur frá fundinun:

At venda aftur til lívið og gerandisdagin, Rósa Samuelsen

Tørvurin á rehabilitering í Føroyum. Sólbjørg Frederiksberg

Rehabiliteringsskipanin í Danmark og ætlanir um menning, Claus Vinther Nielsen

Framløga um nýggjar lógarársetingar um rehabilitering, Rósa Samuelsen

Lógaruppskot frá Sambandsflokkinum:

Uppskot um broytingar í lógini um sjúkrahúsverkið

Uppskot um løgtingssamtykt um menningarætlan fyri rehabilitering

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder