Innanlands

Gokart á Hjalla tvey ár afturat

Við hjálp úr samgonguni, tryggjaði andstøðan í høvuðsstaðnum gokartbreyt á Hjalla í tvey ár afturat.

Gokartbreytin á Hjalla (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gokartbreytin á Hjalla (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-11-28 19:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey, sum hava bensin í blóðinum kunnu sláa seg leysan á Hjalla í tvey ár afturat. Ein meiriluti í Tórshavnar býráði samtykti í kvøld, at leingja royndartíina við Go-kartbreyt á Skarðshjalla við tveimum árum.

Sáttmáli var annars gjørdur við leigara í 2016 um eina royndartíð upp á trý ár. Tað var til umleið mánnaðarskiftið apríl-mai í ár, men nú sleppur virksemið at halda fram.

Tað var ein samd andstøða, sum við Tróndi Sigurðsson úr Javnaðarflokkinum á odda legði broytingaruppskot fram um at fáa royndartíðina longda í tvey ár.

Annika Olsen skeyt upp, at málið skuldi beinast aftur í nevnd. Meiriluti var ikki fyri at beina málið aftur í fíggjarnevndina, og atkvøtt var síðani um broytingaruppskotið.

Broytingaruppskotið var samtykt við hjálp frá samgonguni. Sjey vóru fyri og seks ímóti.

Orsøkin til, at býráðið ætlaði at steðga royndarverkætlanini við gokartbreytini er, at eftirspurningurin av vinnustykkjum á Skarðhjalla er stórur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder