Innanlands

Gølan í Tjóðveldi eisini umrødd í donskum miðli

“Tendrað mikrofon elvir til ruðulleika hjá tjóðveldisfólki” er heitið á innslagi í Danmarks Radio seinnapartin

Annita á Fríðriksmørk til vinstru (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Annita á Fríðriksmørk til vinstru (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-08 21:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Stórur egoistur og psykopatur.

Tað eru orð, sum eru nevnd ofta síðani seinnapartin í gjár, og í dag vóru tey eisini at hoyra á útvarpsrásini P1 hjá Danmarks Radio.

Her hevði sendingin Orientering heitt á Rólant Waag Dam úr Kringvarpi Føroya at greiða frá málinum.

Tað er eitt greitt tekin um, at tað er stór ósemja í Tjóðveldi. Í øllum førum millum Annitu og Páll á Reynatúgvu, greiddi Rólant Waag Dam frá.

Hann bleiv eisini spurdur, um hvat hetta kundi ávirka komandi fólkatingsval. Tað kann tað, heldur Rólant Waag Dam, tí til seinasta fólkatingsval vóru bara 200 atkvøður á muni millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin, og sjálv fekk Annita á Fríðriksmørk 500 atkvøður.

Rólant Waag Dam sigur eisini í innslagnum á P1, at útsagnirnar helst fáa tær avleiðingar fyri Annitu á Fríðriksmørk, at hon fer frá sum forkvinna í tingbólkinum.

Hoyr innslagið her.

 

Les eisini: Annita á Fríðriksmørk: - Helt ikki nakar hoyrdi tað

Hoyr: Her er privata samrøðan sum øll tosa um

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder