Innanlands

Gomul jól á Tvøroyri í dag

Jólahugni verður nokk av, tá Gomul Jól myndar býin.

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2018-11-30 10:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag verður Gomul Jól á Tvøroyri, har skipað verður fyri alskyns hugna í býnum.

Byrjað verður við gongutúri í miðbýnum og eftir havnalagnum við Chris Jan Michelsen sum frásøgumanni, har Chris Jan fer at greiða frá Tvøroyri frá byrjan av fiskivinnuævintýrinum til í dag. Vitjað verður eisini á Varðanum Pelagic. Túrurin byrjar á havnalagnum við Gl. Kgl. Einahandilin.

Síðan fer Jóan Pauli Joensen, søgufrøðingur at greiða frá, hvussu jól vóru hildin í gomlum døgum. Frásøgnin verður á Segllotinum, har Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe eisini fara at sýna fram brellbitar frá Tvøroyrar Skjalasavni.
 
Søgan eftir Pól F. Joensen “Ein vandafull jólaaftan”, ið upprunaliga varð prentað í 1924 verður lisin upp, og høvi verður eisini at smakka jólakøkur eftir gamlari uppskrift frá 1903, skrivar kommunan.
 
Eisini fara Lív Næs og Tróndur Enni at framføra nøkur løg.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder