Uttanlands

Gongd á altjóða filmsupptøkur í Íslandi aftur

Latið er upp fyri at serliga filmslið kunnu koma aftur at taka uppaftur longu nú

Fast & Furious er størsta filmsætlan, sum higartil er filmað í Íslandi

Fast & Furious er størsta filmsætlan, sum higartil er filmað í Íslandi

2020-05-15 12:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst fýra altjóða filmsframleiðslufeløg arbeiða nú við at venda aftur til Íslands við at halda fram við teirra altjóða filmsupptøkum.

Hetta hendir eftir, at íslendsku myndugleikarnir hava latið upp fyri serliga filmsvinnuni at koma aftur til Íslands at arbeiða í sonevndum B-sóttarhaldi.

Ein partur av upplatingini hjá íslendsku stjórnini fyrr í vikuni lat upp fyri serliga filmsvinnuni eins og gjørt varð við ferðandi úr Føroyum og Íslandi.

Ríkisútvarpið skrivar í dag, at fleiri framleiðslufeløg vísa Íslandi áhuga eftir at forstjórin hjá Netflix kundi boða frá, at felagið hevði framleiðslur í gongd í tveimum londum, Íslandi og Suðurkorea.

RUV skrivar, at minst fýra altjóða feløg nú hava ítøkiligar ætlanir um at taka filmsupptøkurnar uppaftur eftir at koronatiltøkini settu forðing fyri hesum.

Fleiri feløg hava havt fyrispurningar, og hesi eru eisini áhugað í at taka upp innandura í íslendskum filmsstudio – hetta er ikki hent fyrr, sigur Leifur Dagfinsson, framleiðari hjá felagnum True North við ruv.is.

Leifur vísir á, at tað at filmsídnaðurin aftur kann virka í Íslandi hevur stóra ávirkan á íslendsku ferðavinnuna, sum er í stórari kreppu, tí umleið ein triðingur av umsetninginum í íslendsku filmsvinnuni fer til ferðavinnuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder