Innanlands

Gongd er veruliga komin á sethúsa- og íbúðarbygging í Tvøroyrar kommunu

Ætlanin er, at sjey nýggjar íbúðir, ið eru 80 fermetrar til støddar, skjótt skulu standa til reiðar á Heiðatrøðini. Eisini verða fleiri sethús bygd ymsastaðni í kommununi

Á Heiðatrøð, har gongd nú veruliga er komin á byggingina (Mynd: tvk.fo)

Á Heiðatrøð, har gongd nú veruliga er komin á byggingina (Mynd: tvk.fo)

2022-01-27 12:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Gleðiligt er altíð at síggja tá fólk velja at seta búgv í kommununi, ikki minst, tá nýggj sethús eisini verða bygd.

Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari.

Ætlanin er, at sjey nýggjar íbúðir skjótt skulu standa til reiðar á Heiðatrøðini. Tær vera 80 fermetrar til støddar. Fyrsta flagið til hesa bygging varð loyst síðst í 2020. Tað er Bústaðir, ið letur byggja, og MTV-Byggivirki sum stendur fyri. Íbúðirnar eru ikki ætlaðar til dømis einum ávísum aldursbólki.

Í løtuni verða eisini fleiri sethús bygd í kommununi - í Trongisvági, Tvøroyri og í Froðba. Seinastu árini eru fleiri hús bygd í kommununi, og fólkatalið hevur verið vaksandi.

Les eisini: Framgongd í skattainntøkum og fólkatali á Tvøroyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder