Fyri løtu síðani var ein stór kanning um happing og trivnað í føroyska fólkaskúlanum løgd fram - og fleiri tilmæli vóru somuleiðis handað landsstýriskvinnuni í útbúgvingar- og granskingarmálum, Honnu Jensen.
Nýggja kanningin vísir, at tað gongur rætta vegin, tí tað eru í dag færri næmingar, sum siga seg vera fyri happing, enn í hinum báðnum kanningunum, sum eru gjørdar í Føroyum, skrivar Mentamálaráðið.
Í 2007 søgdu 15% seg vera fyri happing. Í 2015 var talið komið niður á 13% - og feska kanningin vísir, at tað í dag eru 11%, sum kenna seg happað.
Trivnaðurin í fólkaskúlanum er øktur samsvarandi batanum við happing. Í 2015 vóru tað 82% av næmingunum, sum trivust væl, meðan talið í dag er 84%.
Hóast happingin samanlagt er minkað, og trivnaðurin hjá næmingunum er øktur, vísa tølini, at millum ein triðingur og ein helvt av næmingunum kortini uppliva happing á onkran hátt. Í onkrum førum er stórur munur millum gentur og dreingir og í onkrum føri millum floksstig.
Kanningin bendir hartil á, at tað er munur millum stóru og smáu skúlarnar, tí tað verður minni happað í stóru skúlunum. Mesta happing fer fram í fríkorterinum og tað at flenna, kalla, slatra og útihýsa er mest útbreitt.
Umframt at seta sjóneykuna á happing og at samanbera úrslitini við fyrru kanningarnar, verður eisini spurt um happing á netinum. Hetta vísir seg eisini vera ein trupulleiki, sum lutfalsliga er á sama støði, sum í okkara grannalondum. Hjá gentunum snýr happingin á netinum seg serliga um persónliga niðurgering, meðan dreingirnir í størri mun kenna seg útihýstar frá bólkum og spølum á netinum.
Sum heild vísir kanningin tó, at tey átøk, ið eru framd til tess at minka um happing, hava munað, kanska serliga tí ljós verður varpað á happing sum fyribrigdi.
Tí verður mælt til, at tað áhaldandi og miðvíst verður arbeitt við at fyribyrgja happing og tryggja øllum næmingum virðiligan og virknan lut í felagsskapinum í fólkaskúlanum.
Millum annað verður mælt til at:
- Trivnaðarætlan skúlans skal hava serskilda anti-happi ætlan, sum tekur við alt skúlaumhvørvi hjá næminginum.
- Fríkorterini skulu endurhugsast, soleiðis at størri tryggleiki kemur inn í óformligu skúlatíðina. Fleiri vaksin skulu luttaka í fríkorterinum, og vera til taks hjá næmingunum.
- Næmingaráð skulu stovnast í øllum skúlum.
- Serstøk námsætlan fyri trivnað skal gerast.
-
Læringsumhvørvið og sálarliga heilsan hjá øllum í skúlanum skulu raðfestast.
- Anti-happingardagur verður á hvørjum ári tann 4. mai. Hesin dagur verður hildin í nógvum londum.
- Trivnaðarkanningar skulu gerast á hvørjum ári saman við landsroyndunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald