2023-11-24 21:44
Arbeiðið at gera sambýlið í Reynstúni á Argjum gongur væl. Smíðingin er komin nógv áleiðis, málarar og múrarar eru í gongd við sítt, og skjótt verður gólv lagt á.
Tað skrivar Articon.
Til smíðingina kann nevnast, at alt, sum eitur tak og útveggir, varð gjørt í elementhøllini hjá Articon á Sundi.
Úti fer eisini at líkjast. Terassur og hálvtøk taka skap, sáast kann skjótt uttanum, og viðrar, verður asfalt lagt á tún og gøtur longu nú fyri jól, sigur Articon.
Fyrsta flag til verkætlanina varð loyst á sumri í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald