Innanlands

Gongustjørnurnar Jupiter og Venus nær hvørjari aðrari

Tað er klárt, og hugdi tú upp á himmalhválvið fyrr í kvøld, sást tú tær báðar gongustjørnurnar

Hasar lýsandi perurnar í luftini, eru Jupiter og Venus. Myndin er tikin í Vági í kvøld (Mynd: Bárður Gunnarstein Nielsen)

Hasar lýsandi perurnar í luftini, eru Jupiter og Venus. Myndin er tikin í Vági í kvøld (Mynd: Bárður Gunnarstein Nielsen)

2023-03-01 19:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jupiter og Venus eru nærmast hvørjar aðrari í kvøld. Gongustjørnurnar síggjast á himmalhválvinum, nú tað er klárt í veðrinum.

Útvarpið visti í kvøld at siga, at Jupiter og Venus fylgjast, og fara niður í ein beinan vestan. Venus er bjartari enn Jupiter.

Til ber at síggja gongustjørnurnar til klokkan 20 í kvøld, segði útvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder