Fyrr í hesum mánaðinum skrivaði nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump undir eina løgskipan um at broyta navnið á Meksikoflógvanum og hægsta fjallinum í norðuramerika, og nøvnini verða eisini dagførd á Google Maps, tá navnabroytingarnar eru komnar í gildi, boðar Google frá á sosiala miðlinum X.
Meksikoflógvin, sum á enskum eitur Gulf og Mexico, broytir navn til Gulf of America, og hægsta fjallið í norðuramerika, Denali, broytir navn til Mount McKinley.
Les eisini: USA: Meksikoflógvin eitur nú Amerikaflógvin
Nøvnini verða dagførd á Google Maps, tá tey eru dagførd í U.S. Geographic Names System, yvirlitið yvir nøvn og støð í USA.
Navnið á flógvanum verður bert broytt hjá brúkarum í USA og ikki í Meksiko. Brúkarar úr øðrum londum koma at síggja bæði nøvn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald