Innanlands

Gott ár hjá orkufelagnum Magn

Úrslitið í 2018 var oman fyri 30 milliónir krónur eftir skatt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-02 14:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Partafelagið Magn, sum mest tekst við at selja og umboða olju í Føroyum, hevði aftur eitt gott ár í 2018.

Roknskapurin hjá felagnum vísti eitt avlop í fjør á 42,6 milliónir krónur undan skatti og 30,4 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er eitt vet betri enn árið fyri, tá úrslitið eftir skatt var 28,2 milliónir.

Roknskapurin hjá Magn vísir eina nettosølu í 2018 á 850 milliónir krónur, ein framgongd á oman fyri 80 milliónir krónur í mun til 2017.

Við avlopinum í 2018 er eginpeningurin hjá Pf. Magn 137,9 milliónir krónur. Felagið letur ikki vinningsbýti til eigararnar hesaferð. Magn hevur annars seinastu fimm árini lutað millum 5 og 73 milliónir krónur út í vinningsbýti.

Høvuðspartaeigari í Pf. Magn er íslendska oljufelagið Skeljungur hf. Sambært roknskapinum eigur partafelagið sjálvt tó heili 59 prosent av partabrøvunum.

Magn hevur seinastu árini flutt seg frá at vera eitt oljufelag til meira at vera ein orkuveitari, sum nú eisini roynir at koma á marknaðin at veita grønar orkuloysnir, bæði sum veitari og framleiðari.

Ein liður í hesi tilgongd var at keypa meirilutan í Pf. Demich, sum er eitt av førandi feløgunum á marknaðinum at veita grønar hitaskipanir í Føroyum.

”Við keypinum av Demich og teimum innanhýsis førleikum, ið vit hava ognað okkum, er Magn klárt at fara í gongd við ta grønu umleggingina, og harvið gera okkara part av visión 2030. Tó mugu gerast fleiri broytingar innan lógarverkið, millum annað elveitingarlógini, um hetta skal gerast møguligt”, staðfestir felagið í ársfrágreiðingini.

Tríggir íslendingar og tveir føroyingar sita í nevndini fyri Magn. Jens Meinhardt Rasmussen, stjóri á Skansi Offshore, er formaður, og nevndarlimirnir eru Gunn Ellefsen, Baldur Már Helgason, Birna Ósk Einarsdóttir og Jón Díðrik Jónsson.

Hendrik Egholm og Johnni M. Poulsen eru stjórar í Magn. 

[object Object]
Hendrik Egholm, forstjóri í Pf. Magn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder