Innanlands

Gott fótbóltsveður í dag

Tað verður turt og stilt tá fyrsta umfar í steypakappingini verður spælt í dag

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-04-10 12:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Átta dystir verða í dag spældir kring alt landið í føroysku steypakappingini í fótbólti fyri menn. Fyrsti dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 13, meðan seinastu dystirnir verða bríkslaðir í gongd klokkan 19. Felags fyri allar dystirnar er, at tað verður gott fótbóltsveður.

Veðurforsøgnin sigur frá andøvsgul av landsynningi, um 6 til 7 m/s. Einki avfall verður og hitin millum 5og 6 hitastig.

Veðurforsøgnin sigur frá sama góða veðri í morgin. Tá verður gul til andøvsgul av landsynningi, millum 4,5 og 6,5 m/s. Einki avfall og hitin millum 5 og 6 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder