”Best hevði verið um Gøtudalstunnilin var klárur longu áðrenn Eysturoyartunnilin letur upp, tí hann er ein avleidd verkætlan av Eysturoyartunnlinum”.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður við samferðslumálum, viðgongur, at tunnilin, sum skal binda Skálabotn við Norðuroyggjar, Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, skuldi verið komin fyrr, helst áðrenn Eysturoyartunnilin letur upp.
Tað sigur hann í svari til skrivligan fyrispurning frá Honnu Jensen, tingkvinnu fyri Framsókn.
- Síðan farið varð undir at planleggja Eysturoyartunnilin hevur ætlanin verið, at høvuðsferðslan til og frá Eysturoyartunnlinum, eysturoyarmegin, skal fara eftir vestara armi á Skálafjørðinum, til økini norðan fyri Gøtueiði. Gøtudalstunnilin er ein umráðandi partur av hesi ætlan, skrivar hann í svarinum.
Ætlanin um at gera ein veg um Skálabotn so at høvuðsferðslan frá norðurøkinum koyrir uttan um bygt øki allan vegin til og frá Eysturoyartunnlinum hevur ligið í kortinum longu síðan umkoyringarvegurin á Skála varð gjørdur fyri umleið tíggju árum síðani.
Vegateinurin um Gøtueiði er ein av mest ferðslutungu teinunum á landsvegakervinum við næstan 6.000 akførum um samdøgrið. Hetta gevur serliga tungu ferðsluni avbjóðingar, skrivar landsstýrismaðurin, sum eisini vísir á ampan av nógvu ferðsluni gjøgnum bygt øki við Gøtugjógv.
Landsstýrismaðurin upplýsir, at Landsverk tí mælir til, at Gøtudalstunnilin verður gjørdur sum skjótast, og tað vil siga at tað verður ’tann næsti stóri tunnilin aftaná Norður um Fjall’.
Hanna Jensen fegnast um svarið frá landsstýrismanninum.
- Økið norðan fyri Gøtueiði er ikki einans eitt fólkaríkt øki í vøkstri, men her liggja fleiri av teimum vinnuliga tungu fyritøkunum, sum hava eina munandi tunga ferðslu allan sólarringin. Tað einasta rætta er at leiða hesa ferðslu so væl uttan um bygt øki, sum møguligt og so lágt í lendinum á sløttum, sum møguligt. Tí er verkætlanin, Gøtudalstunnil - rundkoyring og vegur um Skálaabotn, tann skilabesta vit kunnu gera afturat í mun til gagnið av Eysturoyartunlinum. Ein annar týðandi vinningur er, at høvuðsferðslan harvið ikki kemur so langt frá økinum Norður Eysturoy og Sundalagið, sigur Hanna Jensen í viðmerking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald