2018-10-17 14:32
Leygardagin 20. oktober verður virðislønta tiltakið Hoyma hildið fyri sættu ferð. Høvuðsbulurin í tiltakinum, sjálvar konsertirnar, fara fram í tíggju ymiskum heimum í Syðrugøtu. Eingi annlegg, pallar og tílíkt. Ístaðin er djúpur hugni, tónleikur og gestablídni. Húsini liggja tætt so væl liggur fyri at ganga ímillum.
Á skránni verða Teitur, Stanley Samuelsen, Signar Í Homrum, Lyon Hansen, Silvurdrongur, HEIDRIK, Uni Debess, ELINBORG, Gøtu kirkju ungdómskór, Alvi Joensen, skrivar Eysturkommuna. Pluss opið hús í Tøting aftaná, Matstova, pottar o.a.
Skráin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald