2019-04-05 11:21
10 bilførarar vórðu í gjár steðgaðir, tá løgreglan gjørdi ferðmátingar.
Løgreglan var runt ymsastaðni og tók ferðmátingar, og úrslitið varð, at 10 sakir vórðu skrivaðar. Millum hesar sakirnar vóru seks klipp og tvær treytaðar frádømingar.
Av teimum báðum bilførarunum, sum fingu treytaða frádøming, koyrdi tann eini 115 km/t í óbygdum øki, meðan hin koyrdi 84 km/t í bygdum øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald