Mentan

Grækarismessuhald á Vaglinum í morgin

Skótar, úlvar, og títtlingar í Havn ganga skrúðgongu og Havnar Hornorkestur spælir. Røðari verður Elin Hentze.

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-03-16 18:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grækarismessa hevur verið hildin við skótaskrúðgongu og fólkafundum fleiri staðni í Føroyum, og hetta vikuskiftið verður eisini skipað fyri Grækarismessuhaldi í Havn.

Grækarismessuhaldið í høvuðsstaðnum verður í morgin, sunnudagin 17. mars. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðuni.

Tað er Skótalið Sigmunds Brestissonar, ið skipar fyri haldinum.

Skótar, úlvar, og títtlingar í Havn ganga skrúðgongu og Havnar Hornorkestur spælir. Gingið verður eftir Bøgøtu, síðani eftir Tróndargøtu, Niels Winthersgøtu, Steinatúni, Niels Finsensgøtu og oman á Vaglið.

Sjálvt Grækarismessuhaldið verður á Vaglinum í Havn klokkan 15, og í ár verður tað Elin Hentze, ið heldur grækarismessurøðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder