Mentan

Grammy-tilnevndur rappari dripin í Los Angeles

Nipsey Hussle gjørdist 33 ár

2019-04-01 08:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski rapparin, Nipsey Hussle, er deyður eftir at hann í gjár varð skotin uttan fyri ein klædnahandil í Los Angeles í Kalifornia.

Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar.

Tríggir persónar vórðu raktir í skottilburðinum, harav ein teirra seinni doyði á sjúkrahúsi.

Løgreglan hevur vátta fyri Los Angeles Times og NBC, at talan er um Nipsey Hussle. Eisini brogarstjórin í Los Angeles hevur sent eina heilsan á Twitter til familjuna hjá Nipsey Hussle har hann harmast um at enn eitt ungt lív er mist í eini meiningsleysum skottilburði.

Nipsey Hussle gjørdist 33 ár. Hann gjørdist gitin í tónleikaumhvørvinum miðskeiðis í 00’unum, men fyrsta útgávan hjá honum kom ikki fyrr enn í fjør.

Útgávan, ’Victory Lap’ varð so mikið væl umtókt, at tað varð tilnevnt til bestu rapp-útgávu á stóra Grammy-showinum fyrr í ár.

Hinir báðir menninir, sum vórðu raktir, hava tað eftir umstøðunum gott, upplýsir løgreglan. Gerningsmaðurin er ikki funnin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder