Innanlands

Granskingardagur: blóðeitran, blóðsjúkur, ADHD og nýtsla av ADHD heilivági

Hetta er sjeynda árið á rað, at Granskingarnevndin skipar fyri Granskingardegi á Landssjúkrahúsinum

2019-05-22 16:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin bjóðar Landssjúkrahúsið til spennandi Granskingardag. Hetta er sjeynda árið á rað, at Granskingarnevndin skipar fyri Granskingardegi á Landssjúkrahúsinum, og aftur í ár verður boðið til eina fjølbroytta skrá við spennandi fyrilestrum.

Marija Todorovic fer at greiða frá sínari gransking í blóðeitran. Bjarni á Steig greiðir frá arvagongdini innan illkynjaðar blóðsjúkur, og August Wang hevur staðið fyri umfatandi granskingararbeiði av ADHD, títtleika, ílegukanningum og heilivágnýtslu í sambandi við ADHD.

Harumframt kemur serligur gestur at greiða frá, hvussu kropslig rørsla kann virka sum heilivágur á kroppin. Tað er kendi danski læknin og heilsugranskarin Bente Klarlund, sum kemur at hava fyrilestur um evnið.

Fyri at luttaka á Granskingardegnum skulu luttakararnir gera ein postara um sítt arbeiði. Hesir kunnu síggjast á framsýningini, ið verður sett upp í sambandi við dagin. Móti endanum av degnum verður vinnandi postarin funnin.

- Landssjúkrahúsið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder