Granskingarráðið tekur nú stig til at bjóða valevnum til komandi løgtingsval til prát um gransking.
Valevni til Løgtingið eru í hesum døgum á virkisvitjanum kring landið, og tey í Granskingarráðnum halda at hetta er eitt fínt hugskot og møguleiki at kunna seg við ymisk øki, sum politiska skipanin ger karmar fyri, skrivar Granskingarráðið.
Tí vil Granskingarráðið nú bjóða bæði valevnum og øðrum áhugaðum at vitja okkum á Bryggjubakka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald