Innanlands

Granskingarráðið skipar fyri kunningarfundur um granskingaretikk og reglur

Granskingarnevndin hevur samtykt at seta krøv um ítøkiliga lýsing av etiskum viðurskiftum í øllum umsóknum um stuðul til gransking

2018-11-29 10:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Granskingarráðið skipar í dag fyri kunningarfundi um granskingaretikk og -reglur og um góðan granskingarsið. 

Á fundinum fara umboð fyri Granskingarráðið at hava framløgu um almennar granskingaretiskar leiðreglur og um ítøkiligu krøvini til lýsing av etiskum viðurskiftum í umsóknum um stuðul.

Umboð fyri Vísindasiðsemisnevndina og Dátueftirlitið koma at greiða frá, í hvørjum førum tey skulu kunnast/hava umsókn, hvørji krøv eru, hvat skal til fyri at fáa loyvi og nær í tilgongdini tað er skilabest at søkja.

Granskingarnevndin hevur samtykt at seta krøv um ítøkiliga lýsing av etiskum viðurskiftum í øllum umsóknum um stuðul til gransking, boðar ráðið frá. Tað er í hesum sambandi at skipað verður fyri fundinum.

Fundurin verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder